Viðareiðis kommuna: Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur gjørt av, at tænastudepilin skal fevna um hølir til venjingar, heimatænastu og dagtilhald. Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarátaki.
Hóskvøldið 3. febr. kl. 19.00 verður kunnað um tænastudepilin í Auluni í skúlanum á Viðareiði.
Eisini fer tað í næstum at bera til hjá fólkapensjónistum at venja í skúlanum á Viðareiði. Kunnað verður somuleiðis um hendan venjingarmøguleika og høvi verður at síggja venjingarumstøðurnar.
Skráin:
· Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, bjóðar vælkomin
· Marna E. Jensen, stjóri fyri NBH, og Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunna um tænastudepilin
· Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH, kunnar um venjingartilboðið
· Margetha í Buð, limur í Eldraráðnum, hugleiðir
· Olvheðin Jacobsen syngur
· Katrin Næs, borgarstjóri i Hvannasundi, leiðir átakið
Allir fólkapensjónistar norðanfyri fjall eru vælkomnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo