Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hava vit fingist við ferðavinnu í fimm ár, har vit frá 1. apríl til 1. oktober ferðaleiða útlendingar út í Sund (Drangarnir). Vit møta hvørt ár 100-tals av ovurfegnum ferðafólkum, ið eru SO hjartans fegin um at vit vilja seta tíð av at føra tey trygt runt í haganum. Tað kann teljast á einari hond hvussu nógv hava "klagað" ígjøgnum hesi árini.

Tað sum fær meg at skriva, er "Guide to the Faroe Islands" við Høgna Reistrup.

Vit taka ímóti bílegginum ígjøgnum heimasíðuna hjá Hiking.fo, og hava av ymiskum orsøkum ikki valt at selja ígjøgnum heimasíðuna "Guidetothefaroeislands".

Hettar fellur opinbart ikki í góða jørð hjá tí, ið varðar av síðuni, tí viðkomandi velur at skriva soleiðis um túrin út í Drangarnar á síni heimasíðu. Túrin, ið vit hava gingið í fleiri ár:

"The hike to Drangarnir is difficult. It takes a whole day to hike to the attraction."

"You will traverse steep slopes in quite challenging terrain when hiking to Drangarnir. There is no marked path to the attraction. Your feet are bent in the same angle for about 3 hours straight each way. Most people are therefore not interested in hiking to Drangarnir."

"The grassy hillside in the outfield to this famous spot is difficult terrain. The hike from the nearest village Sørvágur takes 3 hours each way. The most secure and pleasant way to experience Drangarnir close up is to jump onboard a Drangarnir boat tour departing from the marina in the village Sørvágur."

"Some tourists have tried the hike on their own. This is not permitted and you will definitely understand why when taking the long way to this attraction."

"You can get close to the attraction when joining a Tour to Drangarnir. Alternatively, you can experience Drangarnir at a distance from the coastal village Bøur."

Einki av omanfyristandandi passar!!

Tað tekur IKKI ein heilan dag at ganga út til Drangarnar, men 2 tímar hvønn veg og IKKI 3 sum skrivað verður. Tað er IKKI bratt lendi allan vegin, men bert síðstu 20 minuttirnar tá gingið verður út. Tað er IKKI vandamikið at ganga, jú kanska um ein velur at fara einsamallur í mjørka. Einasta alternativi til ein siglitúr er IKKI at síggja Drangarnar úr Bø, tí tey hava jú møguleikan at koma ein túr við okkum.

Hví kunnu vit ikki stuðla hvørjum øðrum í staðin fyri at gera tað trupult fyri hvønn annan??? Hví ikki viðmæla hvønn annan so kundin fær eina uppaftur betur uppliving? Og hví yvirhøvur leggja orku í at skriva ein so nei-ligan tekst um eitt ferðamál, ið faktiskt hevur ein gongutúr at bjóða ferðafólki?

Vit hava sett okkum í samband við ”Guidetothefaroeislands” við ynski um at fáa tekstin vekk, men enn er einki hent.

Teigarnir v/Gutta Guttesen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo