Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Royndur lutur er, at tá ið okkurt ýti í føroyskari søgu skal leggjast afturum, verða stórt sæð bara rabiatir tjóðveldistar ella aðrir fuskandi loysingar interviewaðir og sleppa at skeikla søguna fulkomuliga eftir teirra negativa leisti við antin fortigilsum av fakta ella beinleiðis lygnum.

Man finnur ikki uppá ella rættari torir ikki at bjóða fólki við nógv størri søguligari vitan ella øðrvísi meiningum inn í eitt TV-rúm at fortelja við einum diametralt mótvegis vinkli.

Nei, man brúkar teir føstu forútsigiligu søgu-skølingarnar, sum sleppa heilt leysir í einum studio uttan nakra kvalificeraða mótstøðu ella korrektión.

So modellera teir eitt ússaligt søguligt korthús, sum lættliga kann blásast umkoll av einum hvørjum søgukønum føroyingi omanfyri 70 ár.

Síðst hava vit sæð tað sjálvan tann fyrsta apríl, tá ið heimastýrislógin fylti 75 ár.

Men teir ætlaðu ikki at "lokka apríl" - teir meintu sítt slutur og vrøvl í álvara!!!

Har slapp lítið faktuelt fram í ljósið.

Man fortaldi skammleyst eina kvartsøgu við nógvum fortigilsum og eisini beinleiðis faktuellum ósannindum.

Hví  skal henda søguliga slagsíða vera?

Hví kann ungdómurin ikki fáa ta sonnu søguna fortalda?

Hvussu kann KVF vera við til at skeikla søguna eftir totalt følskum tjóðveldistiskum præmissum og modelli???

Tað eru jú ikki bara republikanskt missionerandi "loysingar", sum betala licensin!

Agitatoriskar valgsendingar fyri republikanarar, eiga teir sjálvir at betala.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo