Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26. juni og fimm hvalir 19. juli, og so ein merking í Íslandi, har tveir hvalir vórðu merktir 16. juli.

Samanumtikið, so vóru merktu grindahvalirnir frá Sandavági rættiliga støðufastir. Teir hildu seg stórt sæð í eystaru hellingini av Hetlandsrennuna, har teir ferðaðust nakað suður og norð fram við hellingini. Eini hvalurin gjørdi eisini okkurt rend norður í kantin av Norskahavinum. Og ein hvalur flutti eftir eina tíð suður á Bankaryggin. Hetta var sama økið, har hin einsamalli merkti grindahvalurin helt til. Hóast merktu grindahvalirnir ofta ferðaðust í sama øki, so hildu teir ikki saman.

Báðir grindahvalirnir, ið vórðu merktir frá báti suður úr Vestmannaoyggjum, hildu fyrstu tíðina til í hellingini suður av oyggjunum. Kortini ferðaðust teir ikki saman. Haðani fór eini hvalurin vestur í Danmarkarstrætið, har sambandið síðani slitnaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo