Mansflogbóltur, steypakapping/Sveinur Tróndarson: Stigatalvan í landskappingini gevur ábendingar um, hvørji lið eru tey sterkastu í ár, og skal tað brúkast sum grundarlag, so liggur tað til eina steypafinalu millum tey norðastu liðini í deildini.
Tað er ikki altíð so lætt at spáa um, tá so nógv stendur upp á spæl í einum dysti sum steypafinalan.
Tí ber heldur ikki til at siga nakað við vissu, áðrenn hálvfinalurnar báðar eru leiktar í Klaksvík um vikuskiftið, men skulu vit kortini koma við einari meting, so hava vit eitt gott mið at hyggja eftir. Tað er landskappingin og har er eingin ivi. Har er Mjølnir langt fremst, og við tí styrki, sum Mjølnir hevur, er nærliggjandi at hugsa, at Mjølnir verður annað liðið í finaluni.
ÍF hevur takið á Fleyr
Taka vit ta fyrru hálvfinaluna, sum er millum ÍF og Fleyr, fyrst, so er her talan um tvey lið, sum í mangar mátar eru rættiliga jøvn.
Fuglfirðingar hava tó tær størru traditiónirnar, tá tað kemur til steypakappingar, og hevur seinnu árini í nógvar mátar verið stinnari enn Fleyr, og tað kann hava sítt at siga, tá talan er um at alt skal avgerast í einum dysti.
ÍF hevur eitt sterkt lið, sum í løtuni liggur á øðrum plássi í landskappingini saman við sørvingum, og so hava fuglfirðingar eisini tann eginleikan, at teir duga at seta seg upp til hesar einstøku avgerandi dystirnar. Tað sóu vit í steypafinaluni í fjør, tá ÍF vann á Mjølnir, hóast klaksvíkingar vóru favorittar.
Legg tað afturat, at ÍF hevur verið í rættiliga nógvum steypafinalum, so teir vita, hvat tað snýr seg um.
Hóast Fleyr ikki hevur so drúgvar royndir, tá tað snýr seg um FM og steypakappingar, so er framvegis talan um eitt gott lið við góðari manning, og tí kann væl vera, at havnarmenn hava eydnuna við sær móti ÍF.
Higartil hava liðini bara spælt ein dyst móti hvørjum øðrum í landskappingini í ár, og tá vann ÍF, men fyri tað kann Fleyr saktans gera ein vørr í Klaksvík.
Okkurt serligt skal henda
Hyggja vit eftir úrslitunum hjá verandi føroyameistarum úr Klaksvík í innleiðandi dystunum í steypakappini, so vóru tey úrslitini rættiliga greið. Mjølnir vann báðar dystirnar við trimum settum móti ongum. Gaman í var tann eini dysturin móti b-liðnum hjá Mjølnir, og har eigur at vera stórur munur, men eisini sigurin í dystinum móti Fleyr var so greiður, at tað lýsir millum Mjølnir og hini liðini væl.
Tá tað er sagt, so er tað SÍ, sum Mjølnir skal spæla ímóti í sínari hálvfinalu, og tá kann alt henda, sjálvt um tað verður spælt í Klaksvík.
Sørvingar liggja á øðrum plássi í landskappingini, saman við ÍF, sum SÍ tapti ímóti í innleiðandi steypakappingini. Men har er tað so aftur tað, at her er talan um ein serligan dyst, sum gevur atgond til størsta dyst á árinum, steypafinaluna, og akkurát her hava sørvingar heilt serligar royndir í mun til Mjølnir.
Samanumtikið er tó ov nógv, sum talar fyri, at tað verður Mjølnir, sum dregur tað longra stráðið í seinna hálvfinaludystinum hjá monnum.
Hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar soleiðis:
Kl. 15.00 ÍF – Fleyr
Kl. 19.00 Mjølnir – SÍ
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo