- Hetta kundi ikki verið betri, nú vænti eg nøkur góð toskaár.
Tað sigur royndi skiparin Hjaltur Poulsen í eini facebookdagføring.
Hann hevur filmað nógv reyðæti á Borðoyavík, og vísir á, at tað kann vera ein ábending um at gott er í væntu.
- Bara ein sólskinssøga her av Borðoyavík her flítur av reyðæti, tað gjørdi tað eisini tað summari toskurin kom ímillum oyggjarnar,og nú tá sera nógvur toskur var á norðhavinum í vár og at landniryngurin hevur veri í næstan alla gytingina ,og at reyðæti er komi inn í fyrirnar hettar kann ikki vera betri , enduliga vóru øll viðurskiftir sum tey skuldu vera. Nú vænti eg nøkur heilt góð toskaár, skrivar Hjaltur Poulsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo