Tað er hásummar. Men í dag er regn og vindur. Og tað er tað, vit tosa um. Tað er eisini tað, sum ger av, hvat vit gera og ikki gera.
Hevði veðrið verið gott, hevði tað verið tað, vit tosaðu um. Og so høvdu vit gjørt okkurt annað.
Tá vit skulu lýsa gleði ella sorg ella iva ella vreiði, so brúka vit myndir frá veðrinum.
Vit vóna altíð at fáa nakrar góðar dagar. Ongastaðni verða so nógvar terrassur og altanir bygdar til so lítið av sól, sum hjá okkum. Ongastaðni verða so nógvar grillir seldar til so lítla nýtslu sum her.
Vit vóna – men fáa ikki so ofta. Og tað ávirkar okkum.
Ongastaðni verður sinnisstøðan hjá fólki so nógv stýrd av veðrinum, sum í Føroyum. Tá sólin skínur, skína øll andlit eisini. Men tá hann hevur ligið av útsynningi við regni og í myrkri í vikuvís – tá setir tað at sálini hjá nógvum.
Og forrestin – vit siga jú “Hann” um tað. Veðrið. Sum annars er hvørkikyn. Kanska tí tað er eitt slag av gudi, ið ræður yvir okkum.
Hetta hevur Uni Arge skrivað eina langa hugleiðing um: Veðursjúka.
Við støði í veðrinum, sum altíð hevur havt ræðið á okkum og stýrt okkum, og óttanum fyri veðurlagsbroytinum, sum nú er komin afturat, lýsir hann tað føroyska samfelagið. Tað søguliga, tað yvirskipaða, men eisini nýggj rák og fyribrigdi og aktuel kjak verða gjøgnumlýst.
Hann fer sera víða um – frá innkeypsøði á flogvøllinum umvegis átrúnað til gongd í haga – men alt er knýtt saman í ein langan tekst. Eingin kapitlar, eingir partar – bara ein long keta av hugarenslið, sum er so væl spleysað saman, at skiftini ongantíð tykjast ónáttúrlig ella merkilig. Heldur ikki tá filosofiskar hugleiðingar um samfelag, menniskja, sjúku, lív og deyða eru flættaðar inn í tekstin. Og allan vegin er tað so væl skrivað, at tey flestu munnu lesa tær 138 síðurnar út í eitt.
Bókin er hvørki áleypandi, provokerandi ella serliga kritisk. Mest staðfestandi og sorgblíð. Og gjøgnum alt gongur ein djúpur alskur til heimlandið.
Sum hann sigur til endans: “Mítt vit og skil sigur mær / at mítt land er ein forngoymsla av sorg / men í hjarta mínum býr gleði / tí enn spinna framfýsin ættarlið nýggjan lívstráð / í tí marglitta teppinum / sum eg balli meg í / og kalli Føroyar.”
Ein hugvekjandi bók um tað lítla landið og tað fámenta fólkið, sum búleikast har veðurgudarnir konstant leika í sum óðir, og hvørs hugburður, mentan og atferð helst í nógv størri mun enn vit geva okkum far um eru skapt av hesum gudum.
Sjúrður Skaale
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo