Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er forb nógv fyri, at yngsta skotið á stammuni hjá Tjóðveldi er noytt at seta spurningin fyri aðru ferð. Vónandi verður hann svaraður bæði væl og virðiliga av okkara sovandi valdshavarum.

Eg blívi so óð og kedd, tá slíkt poppar upp. Blívi so hørm og maktarsleys og havi bestan hugin at skrolla forbí, tí eg fái sum so onki gjørt. Eri bara eitt gamalt grenj.

At tit ikki skamma tykkum. At tit tora at hyggja í eyguni á tykkum sjálvum, at tit TORA út ímillum vanliga fólkið, tað er mær ein gáta. Eg hevði grivið meg niður um eg sat sum vitnið til hasa støðuna. Støðuna, sum tit hava havt fleiri ár at gjørt nakað við. Øll sum ein!!!! Skammið tykkum! Ein støða, sum tit hava vitað um alt tykkara politiska lív. Ein støða, sum tit brúka fyri at verða vald fjórða hvørt ár.

At vit eiga heimleys, ja HEIMLEYS fólk í hesum landi. Skammið tykkum!

Hava tit í heila tikið fingið við, at okkara Landssjúkrahús er bústaður hjá heili sjey av okkara veikastu borgarum? Og vita tit av, at tað eru heilt óluksáliga nógv heimleys fólk í Føroyum? Heilt vanlig fólk, vanligar familjur, einlig við børnum, ja púra vanlig fólk sum eg og tú?

Vit sum dag og dagliga reypa okkum av, HVUSSU fantastiskt hetta landið er, vit sum búgva í einum tí ríkasta, tryggasta, og vakrasta landinum í heiminum, hava ikki so frægt sum trygd fyri at kunna hýsa okkara allar veikastu borgarum. Men minnist til, at tað eru ikki “eingongd” bara okkara veikastu, sum eru í hesi støðu. Tíverri

Hetta er als ikki nakað nýtt, men eg velji at trúgva, at so skjótt tú kemur innum tingsins gátt, so fer ein ella onnur kemisk prosess í gongd. Tú verður gloymsk/ur, og tað sýnist, sum at næstan allir heilar innan tingsins gátt so spakuliga sløvast ella snøgt sagt tódna niður í onki. Tí at ALT, tey lovaðu, áðrenn tey komu inn um magisku gáttina, er nú gloymt, og tað verður bara tagt burtur.

Og vit, sum hava valt tey? Vit standa tigandi uttanfyri og velja nærum tey somu fjórða hvørt ár. Vit hella okkum bara afturá og bíða tolin, til okkurt hendir. Vit finna okkum í øllum og eru líka gloymsk sum tey, vit hava valt inn.

Hvussu longi skal hetta ganga? Nær reisast vit og gera uppreistur? Skulu vit veruliga bara finna okkum í hesum.

Hendan samgongan ber allan prísin. Tey hava givið nøkrum fáum okkara svimjandi gull. Ríkidømið, vit ØLL eiga, er latið nøkrum fáum ovurríkum fólkum at gera seg enn ríkari av.

Eg unni øllum eitt fiskiloyvi. Eg unni øllum ein tunnil og øllum ein undirsjóvartunnil. Unni øllum vegasamband og ferjur. Men heilt erligt (og eg kan ikki lata vera) ímynda tær hvussu nógv høvdu fingið tak yvir høvdið fyri nógvar av hesum milliarda íløgunum sum fara í grót og betong.

Sel tína sál. Gev teim ið treingja minst. Tak frá teim ið eiga minst.

Elsa M Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo