Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fiskiskapur hevur altíð verið mítt fremsta áhugamál. Í seinnu helvt av 80-unum fiskaði eg undir Føroyum, og fyrst í 90-unum, sóust stórar broytingar í nattúruni. Tað var nógv minni til av hvítingsbróðuri, reyðæti og øðrum smáfiski í netinum, sum tann størri fiskurin livur av, og eisini í maganum á fiskinum, var minni av føði. Tá byrjaði fiskiskapurin at minka.

Eg skrivaði lesarabræv í mars í 2019, har eg nevndi, at toskurin flytur. Eg havi skrivað nakað av hesum frammanundan, men nú varð eg noyddur at skriva aftur.

Tí seinni í 2019 og 2020 kom nógvur toskur inn aftur á Føroyabanka, men um heystið 2020 var ongin toskur at fáa úti á bankanum. Tað prógvar einaferð enn, hvussu langt fiskifrøðin er frá veruleikanum.

Eg trúgvi ikki, at Havstovan torir at koma fram við veruleikanum, eftir at hava tikið feil í so nógv ár.

Men sum altíð vóru fiskifrøðingarnir skjótir at siga ovurfisking. Møguliga var flotin nakað stórur tá, men broytingar í náttúruni vildu teir ikki hoyra talan um.                    

Í juni 1992 mælti ICES til at steðga allari toskaveiðu undir Føroyum. Tann 12. desember 1992 var eg saman við Helga Nielsen (Nú Fossdal) og tosaði við Jan Múller á Sosialinum.  Vit tosaðu um at náttúran boðaði frá góðum, tí meira lív var komið í sjógvin. Tí roknaðu vit við, at fiskiskapurin fór at taka seg uppaftur.

Tað gingu nakrir fáir dagar, tá svaraði Havstovan afturímóti, at allur toskastovnurin var niðurfiskaður, og at tað fóru at ganga nógv ár, áðrenn nakar fiskur kom aftur á grunnarnar.

Tann 1. juli 1993 kom so frágreiðingin við 53 síðum frá bygnaðarnevndini. Har stendur, hvussu vit skulu byggja fiskastovnarnir uppaftur. Í besta føri var møguligt at fiska í 1998 av toski 24.649 T, av hýsu 21.589 T, og av upsa 55.117 Tons. Nøkur av tølunum vóru roknað niður í hvørt einasta tons.

Harafturat blivu tær flestu av bestu fiskileiðunum stongdar, og ongin av okkara bestu fiskileiðum er opnað aftur nú 28 ár eru gingin.

Kvotur vórðu settar á tann 10. mars 1994. Men náttúran broytist, og skjótt floymdi toskurin innaftur á grunnarnar.

Eg havi fyrr skrivað um, tá Vesturfarið í apríl 1994 kom í satt toskarok, men seinni havi eg hoyrt, at onkrir trolbátar fingu væl av toski í ein landnyrðing úr Fugloynni í desember 1993.

Kvoturnar, sum skuldu verða verandi, blivu longu avtiknar aftur tann 1. juni 1996. Sum so nógvastaðni, har kvotur eru ásettar, eru hagtølini ikki álítandi hetta tíðarskeiðið.

Í 2019 var eisini nær við, at vit fingu kvotur, men hesaferð floymdi toskurin inn yvir grunnarnar, áðrenn uppskotið um kvotur kom í løgtingið.

Osmund Justinussen sum fylgir væl við el nino, kann eini 3 ár frammanundan, siga nær toskurin kemur innaftur á grunnarnar, og fiskimenn síggja broytingarnar áðrenn, men fiskifrøðingarnir koma 4 ár aftaná.

Nú hevur Havstovan fingið nýtt skip. Tað gamla var ikki gott, men um arbeiðsmátin og trolreiðskapurin verður tann sami, so koma fiskifrøðingarnir altíð at verða ímillum 4 og 400 ár aftanfyri serfrøðingarnar, sum eru uppvaksnir á sjónum.

Í nýggjasta Sjóvarmál skrivar Havstovan um slánar inni við land, og at sera nógvur toskur var á Føroyabanka á vári 2020. Eisini siga teir, meira av toskayngli var á Føroyabanka í 2015 og 2016, men onki um, hvar FB toskurin hevur verið árini frá 2016 til 2020. Heldur onki verður sagt um yvirlitstrolingar, sum vóru gjørdar í september 2020, tá toskurin var vekk aftur av Føroyabanka.

Í kunngerð nr. 94 frá 4. juli 2011 blivu allar tær innaru leiðirnar stongdar, tí har var so nógvur smáfiskur. Kunngerðin skuldi fara úr gildi aftur tann 31. august 2013. Men allur smáfiskurin bleiv burtur aftaná eitt langt liggjandi illveður á heysti 2011. So í kunngerð nr. 12 frá 9. februar 2012 opnaði leiðin aftur.

Í árunum frá 2014 til og við 2016 kom óvanliga nógvur stórur toskur inn aftur á Føroyagrunnarnar, uttan at Havstovan er komin við nakrari frágreiðing um, hvar toskurin hevði verið árini frammanundan.

Talvurnar niðanfyri sum øll skilja, vísa, hvussu nógv toskafiskiskapurin er minkaður allastaðni uttan í Barentshavinum, men her kann leggjast afturat, at seinast i 90-unum, var fiskaloysi har.

Trýst her

Fiskifrøðingur hevur eisini sagt, at toskurin hevur altíð verið her, men ongin hevur sæð nakað til hann.

Tann 23. apríl í 1631 varð bræv sent til kong um at fáa hjálp, tí fiskaloysi hevði verið í nógv ár. Hetta skrivar Lucas Debes um í 1660.

Søgan sigur eisini, at ofta hevur verið fiskaloysi, og til aðrar tíðir ørgrynna av fiski á Føroyagrunninum, líka síðan fyrstu fólkini búsettust her.

Men Havstovan tosar bert um ovurfisking, ístaðin fyri at kanna meira. Fiskifrøðingarnir eru enn ikki komnir líka langt við vitan um toskin. sum føroyingar vóru fyri 400 árum síðani.

Fiskifrøðingar og ICES kunnu ikki gera stovnsmetingar og ráðgeva politikarum, so leingi sum teir ikki hava svar uppá, hvar toskurin livur. Tá kunnu teir vita, ikki hvussu stórur toskastovnurin er.

Nøkur dømir um tosk uppi í sjónum og djúpt.      

Niðast í linkinum stendur, at fyrstu ferð granskarar vita av, at toskur livir uppi í sjónum var í 2014.

https://www.hi.no/hi/nyheter/2017/06/fant-torsk-der-havet-er-flere-tusen-meter-djupt

Skonnartin  Alexandra VA 214, sum var heimahoyrandi í Sandavági frá 1917 til 1920, hevði sambært Ferdinand Heinesen rokfiskiskap eftir tosk uppi í sjónum langt uttanfyri landgrunnin, ein túr hann var við skipinum.

https://r7.fo/news/9422/rokfiskari-av-toski-uppi-i-sjonum...

Fiskifrøðingar siga eisini, toskur ikki fer djúpari enn 600 metrar, men fleiri dømir eru um fiskimenn, sum hava fingið tosk á 1000 metrum, og heilt niðri á 1300 metra dýpi.

http://aviskongen.blogspot.com/2011/07/

Í 1996 vóru nógv fólk á fundi í Bergen og eisini fólk frá Havstovuni.

Frá síðu 9 kann lesast um tosk uppi í sjónum og niður á 1000 metra dýpi. Har vóru nógvir fiskifrøðingar og lurtaðu, eisini føroyskir, men ongar víðari kanningar vórðu gjørdar. Tað sær ikki út til, at granskarar vilja kanna um tosk uppi í sjónum ella djúpt.

Les her

Tann 6. januar 2021 hevði KVF eitt innslag um lodnu í íslendskum sjógvi. Í 2018 fiskaðu íslendarar og útfluttu fyri 1 milliard í okkara peningi, men 2019 og 2020 var lodnan burtur. Í 2021 hevur Ísland sett 5 milliónir krónur av til at leita eftir lodnu.

Nebbasildin, sum fer niður í sandin, og kann verða har í fleiri ár.

Og tað sama er við semipelagiska upsastovninum, sum ferðast yvir eitt ógvuliga stórt øki.

Tað er ógjørligt at stovnsmeta hesi trý fiskasløgini.

Á forsíðuni í Sjóvarmáli 2019 stendur soleiðis:. - Hví er toskurin á Føroyabanka ikki komin fyri seg? 

http://www.hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf

Í september 2019 fiskaðu Fuglberg og Skoraberg í 3 samdøgur úti á Bankanum Tá bleiv veðrið so vánaligt, at teir fingu ikki roynt longur. Tá høvdu teir 13,5 tons av toski tilsamans, og tað var nógv av smásteinum í maganum á toskinum. Hetta er tekin uppá at toskurin flytur. Longu tá vóru ábendingar um, at toskur var á veg inn á Føroyabanka at gýta.

Sum nógv onnur fiskasløg kemur toskur aftur um várið, har hann sjálvur er gýttur, fyri at gýta. Men tað er okkurt løgið við toskamerkingunum hjá Havstovuni: Teir merktu um várið í 1998, 2000, 2002, 2003, 2004, 2005 og so aftur í 2009. Tá góvust teir at merkja tosk um várið. Av 43.000 merktum toskum eru 3.235 merktir um várið.

Bert 14.000 av merktum toskum eru fingnir aftur. So tað er møguligt, at tann størri parturin av hesum 29.000 merktu toskunum eru farnir út av grunninum. Hesir kunnu koma inn aftur at gýta, tá náttúruumstøðurnar eru til tað.

Í yvirlitstrolinginum um heystið árini frá 2013 til 2018 fekk Magnus Heinason millum 4 og 18 kg í miðal av toski upp á hálið á Føroyabanka. Men í oktober 2019 fekk Magnus Heinason 2.347 kg av toski ella 80 kg í miðal í hvørjum háli.

Á vári í 2020 fekk Magnus Heinason 719 kg av toski uppá hálið, sum er 4,7 ferðir so nógv, sum miðal av seinastu 10 árunum á vár yvirlitstrolingunum á Føroyabanka.

Spurningar til Havstovuna:

Toskur flytur meira um várið, hví góvust tit at merkja tosk um várið?

Hvar var Føroyabanka toskurin árini frá 2016 til 2020?

Hvussu ber tað til, at ongin toskur var á Føroyabanka í september 2020?

Hvar bleiv smáfiskurin av í 2011?

Hvar kom tann stóri toskurin frá í 2015?

Hvussu halda tit á Havstovuni, at langtíðar ætlanirnar hjá ICES um toskafiskiskap hava roynst, har politikararnir hava lurtað eftir ICES?

Hvussu bar tað til, at Havstovan onki visti um toskin inni á grunninum fyrr enn í 2018?

Hví kanna fiskifrøðingar ikki meira, um toskur livir uppi í sjónum og niðri á 1000 - 1300 metra dýpi?

Hví skrivar Havstovan so lítið um kannibalismu hjá toski?

Hví skrivaði Havstovan onki um tann stóra toskin, fyrr enn hann hevði verið inni á grunninum í 3 ár?

Hví hevur Havstovan onki skrivað og kannað, hvar smáfiskurin bleiv av í 2011?

Hvussu gera tit eina stovnsmeting, tá tit ikki duga at svara hesum spurningum?

Hví vilja granskarar ikki spyrja og lurta eftir fiskimonnum, so teir fáa meira vitan?

Hvussu kunnu fiskifrøðingar gera stovnsmetingar av pelagiskum fiskastovnum, tá teir ikki vita, hvar fiskurin er?

Eg eri nærri veruleikanum í mínum lesarabrøvum enn Havstovan. Teir vita ikki, hvar toskurin fer og kemur frá.

Eg rokni ikki við, at Havstovan svarar mínum spurningum,

Vónandi fara fjølmiðlafólk at seta Havstovuni hesar spurningar.

Eyðun Hansen
Vestmanna
27 01 2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo