Hvannrók: Havnar Róðrarfelag fylti 90 ár 25. juni. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um Martin Kúrberg, sála, sum brendi fyri kappróðri og var formaður í felagnum, tá eg sum unglingi kom oman í Álaker.
Kom at kenna Martin (1912-1992) serliga í trimum umførum. Fyrst sum smádrongur, tá Martin mangan koyrdi við lastbili fyri Smæruna, har pápi mín arbeiddi, síðani niðri í Álakeri, har Martin var formaður í Havnar Róðrarfelag árini 1965-1968, og so tá Martin og tey búðu á trøðni við Oyggjarvegin. Martin var góður við meg sum unglingi, hann var bersøgin, hittinorðaður og tók mangan nakakð harðliga til orðanna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo