Soleiðis vil eg lýsa støðuna í politikki, har loysingin og sjálvstýrið seta dagsskrá.
Sum búgvin kvinna, við royndum úr vinnulívi, nevndarsessum, almennum starvsøkjum og øðrum, og sum politikari í almennari fyrisiting, síggi eg, at politikkurin og hugsjónin einki gera av sær sjálvum.
Vit kunnu ikki liva av vónum og væntanum og av romantiskum kærleika til fosturlandið, soleiðis sum fleiri av okkum, gera tað.
Sjálvsagt var spurningurin ein annar í 48, tá vit skuldu byggja land, og rætt skal vera rætt, at yvirtøkumálini hava gagnað og ment okkum sum tjóð.
Vit eru komin víðari og hava í dag størri tørv á at steðga á aftur, tí vælferðin hevur yvirhálað málið og yvirhála endamálið við loysingini.
Vit mugu stinga fingurin í jørðina og finna út av hvørjum vit tráða eftir, hvat vit ynskja og hvussu okkara tilvera skal verða, - sum stakur, sum familja, saman við børnum, saman við eldri, sum sjúkur og so framvegis, og tað er og verður ikki ein spurningur um samband ella loysing ella um hvør ið hevur valdið.
Altjóða samstarv má fylla meira enn geopolitiskt vald og eigur verandi krígsstøða, einki minni, at minna okkum á hetta.
Tað verður fólkið sum her býr, sum skipar økið – ikki mest treytað av verju- og trygdarpolitikki ella teim málum, vit so fegin vilja hava á egnar hendur, men í hvønn mun okkara fólk verður eggjað til lívsdygd, samskifti, ábyrgd og burðardygd, saman við stóru verð.
Jú, vit eiga at skipa okkum verjupolitiskt, so vit trygt kunnu leggja okkum til hvíldar um kvøldarnar, og tað uttan mun til um tað verður Bárður ella Mette ella ein triði, sum tryggjar okkum hesa sárbæru støðu í Atlantshavinum.
Vit skulu hava vitan og innlit og vit kunnu ávirka, í tann mun vit ynskja og megna tað. Hetta hava vit altíð kunnað gjørt í løgtings- og landsstýrisarbeiði og samskiftismøguleikarnir hava ongantíð verið betri enn nú.
Í løtuni hava flestu tað so gott, at politikkur og hægri viðurskifti ikki fylla meira í gerandisdegnum, enn vit, hvør í sínum lagi, hava brúk fyri tí, og tá eiga vit at yvirtaka, har sum nærdemokratiið veruliga kemur til sín rætt, eitt nú fongsulsviðurskiftini.
Hugsa vit um landið sum eina fyritøku ella eina vinnu – so er landið ein framleiðslu- og tænastuvinna.
Søluproduktini eru:
Vælferð - ellisheim, sjúkrahús, barnaansing v.m.
Infrakervi og kervi - vegir, tunlar, farleiðir sjóvegis og loftvegis og nú eisini talgildu leiðir.
Karmar - til vinnu, til privat húski, til felagsskapir, til samskifti v.m.
Uttanlandssamskifti – grundlóg, heimildarlógir, marknaðarforðingar, Arktis, samstørv v.m.
Tjóðskaparlig viðurskifti – søga, skúli, mál og mentan v.m.
Eins og veðurlagspolitikkur og heimsmál seta dagsskrá.
Vit síggja, at hetta er ein fjølbroytt vinna, við nógvum produktum, sum bæði setir stór krøv til nevnd/politikarar, til stjórar og leiðslur/embætisverk og til starvsfólkini/almenn starvsfólk.
Og hetta eru produktini vit politiskt skulu kasta okkum yvir og við støði í einum konstruktivum skatta- og avgjaldspolitikki, eiga at standa saman um.
Tað sum eg meini er, at vit mugu byggja landið upp innanífrá, tí ta skylduna hava vit.
Tað øvugta, at kvetta við grannafelagsskapin og so rokna við, at sjálvstøðuga valdið tryggjar okkum, í tann mun vit vilja búleikast her á klettunum – er at spæla hasard við okkara virðir og lívsdygd og at føra politikk sum ‘luft og kjerligheit’ og tí, ið líknar tí.
Valdið definerar ikki eina tjóð, ikki eitt fólk – tað ger hinvegin fólkið sjálvt við tí víðskygni, teim politikarum, samstarvsevnum, felagsskapi, win-win politikki, eldhuga og vitan, sum vit hava í ríkiligt mát og sum eiga at traðka fram og í karakter, tá brúk er fyri tí.
Hvat er politiskt korrekt – hvat er rætt?
Hvat er luft og kjerligheit – hvat er burðardygg framtíð?
At politiski veruleiki og togarí síðani kann vera um meira og minni sosialismu, konservativismu og liberalismu – brýnir politisku skipanina í breiðum samstarvi við fólkið.
Bergun Kass
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo