Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað óskrivaða orðatakið "Gongur tað, so gongur tað, og gongur tað ikki, so gongur tað nokk allíkavæl" fangar nakað heilt serligt, sum mangan eyðkennir føroyska hugsunarháttin.

Tað er ein blandingur av realismu og optimismu, har mann, hóast møguligar óvissur ella avbjóðingar, tekur tingini sum tey koma, og hevur álit á at onkur slag av loysn altíð finst.

Hugburðurin er ikki bert eitt passivt “tað gongur nokk” – hann rørir eisini við eini innari styrki og áhaldni.

Tað er eitt álit á, at lívið hevur sína egnu takt og møguleikar.

Fleiri munnu kenna hetta aftur í gerandisdegnum – tá mann møtir smáum, men keðiligum forðingum, ella tá størri avbjóðingar stinga seg upp.

Tað óskrivaða orðatakið kemur við einari áminning um, at vit skulu síggja møguleikarnar, eisini tá framtíðin tykist óviss.

Hesin hugburðurin sæst eisini aftur í søgu okkara, har vit sum fólk, hava verið noydd at laga okkum til umstøðurnar – ofta herdar av náttúruni sjálvari.

Tað er sum orðatakið sigur okkum, at lívið fer á skeivari leið, tí má ein halda áfram við einum jaligum hugburði og trúgva, at lívið fer at broyta seg til tað betra, fyrr ella seinni.

Orðatakið er ein djypri fatan av lívinum, náttúruni og tilveruni í síni heild.

Orðatakið er vert at leggja í geyma í lívsins viðurskiftum, og eru vit sum fólk rík at hava slík orðatøk í skjáttini.

Tí heldur undirritaði, at hetta er eitt tað besta óskrivaða føroyska orðatakið.

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo