Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bóndin spurdi meg: Hví skal landkrabbi við skiparapappírum vita betri enn Steingrund? Eg svaraði: Hanus er eisini landkrabbi við skiparapappírum. Hjá honum er alt tvílembur og hjá tær lembur 0,9. So letur í bóndanum: Tað er eisini munur á, hvør hevur betri ráð at keypa kraftfóður!

Føðin hevur alt at siga. Bæði á sjógvi og landi.

Fyri at skilja, fiskimenn og fiskifrøðingar, er neyðugt at vita hvussu teir hugsa og kenna tey modell nýtt verða.

Vit fara nú at eftirkanna model hjá fiskifrøðini og vísa á, hví tey taka feil.   

Lesarin veit, at einki í náttúruni er statist og ongin sannleiki er uttan undantøk.

Støðufastur í Føroyum, ikki í Barentshavinum og undir Íslandi
Í Íslandi og Barentshavinum svimur toskur fleiri 100 fjóðringar, aftaná lodnu, í stórum torvum.

Á landgrunninum er toskur støðufastur. Besta føði er nebbasild, sum grevur seg niður á botni. Tí verða fáir toskar á sera nógvum ymiskum plássum. Veiða er í mun til nøgd av fiski á einum stað.

Veiðan er fleiri 100% størri í Barentshavinum og Íslandi, enn undir Føroyum, pr. troltíma ella pr. húk.

Samanbering av føroyskum skipum á nær- og fjarleiðum gevur lítla meining.

Fyrr fiskaðu vit umleið 2,5 ferðir so nógvan fisk bestu ár, sum tey vánaligastu. Síðan tá hava vit friðað gýtingarleiðir og nógvar av frægastu fiskileiðum, tey tíðarskeið, roknað verður við, at fiskur fæst.

Torva og mið
Ein torva, í hesum høpi, er fleiri fiskar á sama stað. Eitt mið skal skiljast sum fiskimið og er eitt stað har toskur samlast í lítlum ella stórum torvum.

Eitt mið er ávíst stað á botni. Tað eru nógv mið, (fleiri 1000 um vit vilja) har toskur heldur til. Nøkur mið rúma væl meira fisk enn onnur. Tó er sera ójavnt hvussu nógvur fiskur er á einstøkum miði. Tað broytist frá ári til annað. Ongin árstíð er eins. Eingin máni er eins. Ongin dagur er eins. Ongin tíð á degnum er eins.

At finna fisk er tí onkur vísund. Men tað kann ikki setast upp í formil. Kanska er tað okkurt slag av sannlíki.

Onki samsvar er millum dugnaskap í skúla og evnir at finna fisk. Øll hava ikki eins góð evnir at finna fisk.

Greinin er í fleiri pørtum, tí ofta er lættari at lesa stuttan lestur. Næsti partur er líknandi hesum. Triði partur verður beinleiðis viðgerð av modelli hjá ICES og hví tað er skeivt.

Eivind Jacobsen
Granskari
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo