Í ár er fyrstu ferð, at prógvhandanin hjá miðnámsskúlanæmingum verður felags fyri allar næmingar á Glasi.
Handanin verður 28. juni kl. 13:00 í høllini á Hálsi.
Umleið 350 næmingar fáa prógv á Glasi í ár.
Næsta skúlaár flyta tær tríggjar eindirnar á Glasi saman í nýggja bygningin í Marknagili.
Sostatt er prógvhandanin í ár søgulig, tí hetta eru síðstu næmingarnir, sum fáa prógv eftir at hava gingið á ávíkavist Tekniska skúla í Smiðjugerði, Føroya Handilsskúla í Marknagili og Føroya Studentaskúla og HF-skeið í Hoydølum.
Tann 16. august 2018 verður so aftur skrivað søga, tá allir næmingar á Glasi møta saman til fyrsta skúladag á nýggja skúlanum í Marknagili.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo