Flaggdagshaldið í Sørvági verður í Marghøllini í Sørvágs Skúla, flaggdagin kl. 14.00.
Skrúðgongan byrjar oman fyri skúlan kl. 13.45, og verður fari til gongu til gamla Føroya Banka, runt kirkjugarðin og endar skrúðgongan vestan fyri skúlan, við inngongdina til Marghøllina.
Sørvágs Tónleikarafelag spælir, og Elin Brimheim Heinesen flytur fram røðu.
Eftir flagdagshaldið verður framsýning av handarbeiði hjá kvøldskúlanum, næmingum hjá Pól Skarðenni - og so verður eisini linedansur.
Næmingar í 7. flokki í Sørvágs Skúla, sum skulu á námsferð við flokkinum í mai, fara at selja kaffi, te og vaflur meðan tiltakið verður, og fara tey eisini at samskipa mat-tombula. Eisini ber til at stuðla 7. flokki við at keypa lutaseðil við sera góðum vinningum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo