Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

The Faroes var fyrsti veruliga popp bólkurin í Miðvági. Teir vóru í hæddini frá einaferð í 1964 til 1966. Meinhard Mørk, Olivar á Ryggi og Henry Bernhardson vóru við til at manna The Faroes.

The Faroes var fyrsti veruliga popp bólkurin í Miðvági. Teir vóru í hæddini frá einaferð í 1964 til 1966. Meinhard Mørk, Olivar á Ryggi og Henry Bernhardson vóru við til at manna The Faroes.

The Faroes var fyrsti veruliga popp bólkurin í Miðvági. Teir vóru í hæddini frá einaferð í 1964 til 1966. Meinhard Mørk, Olivar á Ryggi og Henry Bernhardson vóru við til at manna The Faroes.

Mikumorgunin endursendur útvarpið hjá kringvarpinum sendingina Tónasláttur frá 2009, har brøðurnir Tummas Jákup og Valdemar á Løgmansbø greiða frá um tíðina í seksti- og sjeytiárunum, tá teir vóru partar av tónleikalívinum á Vágoynni.

Í fimtiárunum vóru ikki nógvir gittarar á Vágoynni, men við popptónleikinum ið kom fram tíðliga í sekstiárunum, broyttist alt. Poppbólkar komu fram í ymsu bygdunum og miðvingar vildu verða við í hesum nýggja rákinum, ið ungdómurin tók til sín.

Fyrsti veruligi poppbólkurin í Miðvági var The Faroes. Hesin bólkur spældi regluliga til dans í Gleimi í Miðvági frá 1964 til 1966. Umframt at framføra Chuck Berry, Elvis og Jim Reeves løg, so vóru tað serliga løg hjá The Shadows, ið teimum dámdi at framføra.

Eitt ið var vanligt hjá tónleikabólkinum The Faroes var, at teir javnan høvdu gestatónleikarar við á pallinum. Eisini sangarar, ið ikki høvdu fast tilknýti til bólkin, vóru vælkomnir at syngja, tá spælt varð til dans.

Seksti- og sjeytiárini var eisini tíðarskeiðið, tá fleiri kjallara/garagubólkar royndu síni kynstur við gittarum og øðrum ljóðførum í bygdini, men ymiskt var hvat spurdist burtur úr hjá fleiri teirra.

Hoyr, ella hoyr aftur, Tummas Jákup og Valdemar á Løgmansbø greiða frá, tá teir á ungum árum blivu tilvitaðir um popp tónleikin og hvussu teir komu seg fram í hesum leiki.

Lurta eftir útvarpssendingini, “Tónasláttur” hjá kringvarpinum, mikudagin 20.juni kl.10:05

Sendingin varð send fyrstu fer í 2009, Hans Egholm legði til rættis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo