Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin ”Når befrielsen kommer”.

45 ára gamli leikstjórin, Anders Walter, sum í 2014 vann Oscarvirðislønina fyri danska stuttfilmin Helium, hevur saman við 55 ára gomlu Miriam Nørgaard skrivað søguna, sum ummælararósti filmurin ”Når befrielsen kommer” byggir á.

Kjarnin er teir týsku flóttar, sum komu til Danmark beint fyri krígslok í 1945.

Háskúlastjórin, Jakob (Pilou Asbæk) fær kravboð um at hýsa fleiri enn fimmhundrað sivilum týskum flóttum. Greitt er, at dagarnir hjá nazistiska hersetingarvaldinum eru taldir. Hetta setur Jakob og konuna Lis (Katrine Greis-Rosenthal) í eina trupla tvístøðu.

Hjálpa tey flóttunum, verða tey eyðmerkt sum landasvíkjarar og hava alt at missa. Men um hjúnini ikki hjálpa teim neyðstaddu, fara fleiri av teim neyðstøddu at liggja eftirá. Samstundis varnast tey, at tólv ára gamli sonurin, Søren (Lasse Peter Lassen) er farin at ganga ørindi fyri mótstøðurørsluna. Nógv stendur á húskinum, sum nú skal taka eina avgerð, ið til ævigar tíðir fer at broyta teirra tilveru.

Nýggi danski krígsfilmurin, ”Når befrielsen kommer”, er ein hugtakandi søga um næstrakærleika, dirvi og at halga seg rættvísi. Framleiðararnir siga, at filmurin byggir á veruligar hendingar, sum lýsa ein hin døkkasta partin í Danmarkarsøguni: hvussu 250.000 ósek týsk flóttafólk vórðu viðfarin, tá tey komu til Danmarkar á vári í 1945.

Umframt nevndu leikarar, síggja vit eisini Ulrich Thomsen, Morten Hee Andersen, Jens Jørn Spottag og Karen-Lise Mynster.

Filmsfelagið 20/9 kl 20:00 Når befrielsen kommer (Anders Walter Danmark 2023 120 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo