Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

FEC-samgongan hevur koyrt høvuðsvinnuna í ein arbeiðsbólk, og eingin veit, hvussu komandi árið verður.

Skal Høgni Hoydal føra politikkin hjá Vestergaard víðari næsta árið?

Samgonguskjalið svarar ikki.

Samgongan hevur fráboðað stórar broytingar í fiskivinnuni. Setast skal arbeiðsbólkur at finna út av, hvat tað er.

Samgonguskjalið sigur:

"Til tess at fremja hesa nýskipan í verki, setur landsstýrisfólkið beinanvegin ein breitt samansettan arbeiðsbólk við fakligum førleikum og vinnuligum royndum, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina, sum byggir á omanfyrinevndu aðalreglur. Í arbeiðinum skal bólkurin regluliga hoyra allar partar í vinnuni........  Lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 2016."

Eingin veit, hvat hetta merkir fyri framtiðina.

Men verri er, at eingin veit, hvat skal henda næsta árið.

Fiskast skal hvønn dag fyri at varðveita vælferðina í landinum, men vinnan er hongd á snór og veit ikki, hvat hendir í morgin og næsta árið.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur møguleikan at føra politikkin hjá Jacob Vestergaard víðari hetta næsta árið.

Alt annað er sera váði, tí vit tosa jú um okkara hövuðsvinnu.

Men kann Hoydal gera tað? Hann hevur oyst sand og øsku yvir Vestergaard í fleiri ár.

Vit kunnu spyrja, hvat hendir so?

Samgonguskjalið svarar ikki og enn hevur Høgni Hoydal heldur ikki svarað,

Vónandi fær fiskivinnan skjótt svar frá landsstýrinum.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo