So ymisk er hugsanin hjá Tjóðveldi, tá ið talan er um útlendskan ognarskap, loyvistíðarskeið og eigaraavmarking í okkara høvuðsvinnum báðum - ali- og fiskivinnuni.
Landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldi, Høgni Hoydal, skrivar soleiðis um útlendskan ognarskap í alivinnuni:
“Markið fyri útlendskum ognarskapi er ásett soleiðis,at eingin einstakur persónur ella felag, sum ikki er heimahoyrandi í Føroyum, kann hava ræði á 20% ella á meira av í eini fyritøku við laksaaliloyvi.
Øll onnur aliloyvi enn vinnulig laksaaliloyvi eru undantikin eigaramarkinum og avmarkingum í útlendskum ognarskapi.
Dømi eru loyvi til aling á landi, offshore aling, taraaling o.a. Hetta skapar betri møguleikar fyri at menna nýggja alitøkni og nýggj aliøki, eitt nú til offshore aling og tara og skeljaaling.”
Landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldi, Dennis Holm, skrivar soleiðis um útlendskan ognarskap í fiskivinnuni:
“Skotið verður upp at broyta ásetingina soleiðis, at bert føroyingar kunnu eiga og ráða yvir feløgum við veiðirættindum sambært løgtingslógini.
Sambært verandi áseting kunnu útlendingar eiga og hava ræði á 25% av feløgunum við rættindum sambært løgtingslógini fram til 1. januar 2032. Tá skal allur útlendskur ognarskapur vera úti. Ásetingin hevur við sær, at verandi útlendskir eigarar kunnu vaksa upptil 25%, og nýggir útlendskir eigarar kunnu koma inn í feløg við veiðirættindum fram til 1.januar 2032.
Hetta skal ikki longur bera til. Tá lógarbroytingin kemur í gildi, kunnu útlendingar ikki longur eiga í feløgum, sum hava veiðirættindi sambært løgtingslógini. Tó verður ein skiftisregla, sum loyvir teimum, sum hava rættindi við gildiskomu løgtingslógarinnar, at halda fram til 2032. Henda broyting fær sostatt virknað frameftir.”
Løgi, at hesir, Høgni og Dennis, eru í sama flokki.
Sama er galdandi við loyvistíðarskeiðinum, har landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, skrivar:
"Sambært alilógini krevst loyvi frá landsstýrismanninum til at reka alivirksemi. Heimildin at geva aliloyvi er latin aliumsitingini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Loyvini verða latin sum umsetilig langtíðarloyvi upp á 12 ár við møguleika fyri leingjan. Hendan skipanin hevur verið við til at skapa tryggleika um loyvisrættindi og hevur loyvt alarum at arbeiða langskygt við menning, umframt at hetta hevur skapað betri grundarlag fyri fígging og bygnaðarlig tillagingum í vinnuni.”
Meðan landsstýrismaðurin, Dennis Holm, ikki vil leingja loyvistíðarskeiði hjá fiskivinnuni.
Tá ið tað kemur til eigaramarkið, antitrust, skrivar landsstýrismaðurin Høgni Hoydal soleiðis:
“Fyri vinnuligu laksa aliloyvini er ásett eigaramark fyri hvørt alifelag upp á 50% av samlaðu vinnuligu laksaaliloyvunum.
Í laksaaliloyvunum er einki hámark sett fyri, hvussu stór framleiðslan í einstaka loyvinum kann verða. Hinvegin verða mørk sett fyri útseting, tá ið Heilsufrøðiliga starvsstovan og Umhvørvisstovan góðkenna rakstrarætlanir o.a. í samband við nýggj framleiðsluumfør. Á henda hátt kunnu myndugleikarnir tryggja, at tað støðugt verður havt fyrilit fyri eitt nú fiskasjúkum og umhvørvi. Við øðrum orðum er tað ikki soleiðis, at tað er beinleiðis samband millum tal av aliloyvum og samlaðu laksaframleiðsluna hjá avvarðandi alara. Skipanin loyvir á hendan hátt vøkstri í alivinnuni og eggjar til størri effektivitet samstundis sum fyrilit verðurhavt fyri fiskasjúkum og umhvørvi”.
Meðan landsstýrismaðurin, Dennis Holm, skrivar soleiðis um fiskivinnuna:
“Reglurnar um miðsavning av fiskirættindum verða broyttar soleiðis, at markið, fyri hvussu nógv veiðirættindi einstaklingar ella feløg kunnu ráða yvir, verður lækkað niður í 15% í øllum bólkunum uttan í einum, har tað verður 25%. Sum er, eru mørkini millum 20-35%. Harafturat verða reglurnar broyttar, so at nærstandandi feløg eisini verða roknað undir einum, tá gjørt verður upp, hvussu nógv tey hava ræði á.
Grundgevingarnar fyri at hava reglur, sum avmarka ræðisrættin á veiðirættindunum, eru fleiri. Nakrar grundgevingar eru, at landsstýrið vil tryggja ein fjølbroyttan og breiðan eigaraskara í vinnuni, og at tað er gagnligt við kapping í vinnuni. Tað er eisini ein grundgeving at forða fyri, at ognarskapurin í fiskivinnuni verður savnaður á fáum hondum, sum kann hava við sær, at valdið í vinnulívinum somuleiðis verður savnað hjá nøkrum fáum fyritøkum.
Gongdin seinastu árini verður mett at vera í andsøgn við hesar grundgevingar. Sannlíkt er eisini, at miðsavningin fer at gerast enn størri komandi árini. Neyðugt er tí at tillaga núverandi reglur.”
Báðir eru í sama flokki og umsita tær báðar høvuðsvinnurnar í Føroyum, ali- og fiskivinnuna.
Tað er týðuligt at høgra ikki veit, hvat vinstra ger.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo