Bókin um tær dramatisku fullveldissamráðingarnar í 2000, sum Sjúrður Skaale gav út fyri nøkrum árum síðani, kom í dag út á donskum.
Tað er Sjúrður Skaale sjálvur, sum hevur umsett og tillagað tekstin, so hann hóskar betur til danskar lesarar.
Forlagið Torgard, sum seinastu 12 árini hevur givið nógvar føroyskar bøkur út í danskari týðing, stendur eisini fyri hesi útgávuni.
Hetta er fyrstu ferð, at danskir lesarar fáa veruligt innlit í tað, sum hendi í 2000, og áhugin tykist vera stórur.
Miðlarnir fingu bókina í farnu viku. Í gjár, sunnudagin, hevði Politiken ein 4-síðu-grein um bókina, í morgun prátaði danska útvarpið (P1 Morgen) við Sjúrð, og seinni í vikuni verður bókin viðgjørd í sendingini Deadline á DR2.
Bókin er 395 síður og innbundin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo