BirkBloggur: Nú vísti Finnur Koba tvær framúr og stuttliga kliptar sjónvarpssendingar um dagarnar fyri fjøruti árum síðan, tá Sjónvarp Føroya bleiv til, heilt nágreiniliga hin fyrsta apríl í 1984, tá vit fingu henda nýggja miðil inn á okkum, í almennum og lógligum líki.
Ikki tí, tey, sum fyrr búðu í Danmark, høvdu bæði sjónvarpskassa og videobandupptakara við sær, tá tey komu aftur til úthavsoynna Føroyar, har vit onnur vuksu upp uttan sjónvarp, mitt í Vesturevropa.
Her var heilagi monolitturin Útvarpið hjá Niels Juel.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo