Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein sokallað breið semja bleiv herfyri gjørd og samtykt í Løgtinginum í málinum um burðadygga ferðavinnu, hóast hvassar atfinningar frá teimum avvarðandi - tey avvarðandi, sum eiga og varða av ognarjørð og hagum runt Føroyum.

Aldargamli siðurin, har jarðeigarir og óðalsfólk hava kunna skipað síni viðuskifti uttan uppíblanding frá politikkarum og øðrum óviðkomandi persónum, er nú hóttur.

Hesi skulu nú de-facto missa ein part av teirra grundlógartryggjaða ognar -og ræðisrætti, tí Vinnumálaráðið, Visit Faroe Islands og onnur, vilja sleppa at stýra ferðavinnuna út í æsir við “Top-down” ferðavinnupolitikki.

Hetta stríður ímóti tí vanliga “Bottom-Up” ferðvinnupolitikki runt heiminum, har ferðavinnan tekur útgangsstøði í teimum lokalu í ferðavinnustaðnum, tí tað eru tey sum skulu bera vinnuna frameftir.

Tað eru tey, sum eru staðkend og eru góð við nærliggjandi náttúru og djóralív.

Tey hava “Skin in the game”, og tí eru tey bestu til at stýra ferðavinnuni á staðnum.

Tey skulu tí ikki trýstast til nakað, sum tey ikki kunnu liva við.

Teirra avgerðarrættur má ikki setast til viks, sum man nú ætlar í Føroyum.

Ein umráðandi partur av hesum avgerðarrættinum er at kunna nokta ferðafólki inn á teirra ogn.

Henda ætlanin bleiv tíverri stuðla av fávitskum løgtingslimum, ið eittans endamál hava, og tað er at promovera seg sjálvar.

Ræðisrætturin hjá jarðeigaranum er blivin sundurmáddur av fólki, ið ikki vita betur, men tó halda seg vita. Tey hava ikki lurtað eftir teimum avvarðandi, tí tey vita nógv betur.

Mótvegis teimum fávitsku riggar tað heldur ikki at kjakast ella finnast at. Verða tey trýst ov nógv, so lukka tey fyri bæði oyru og eygu og byrja at billa sær sjálvum inn, at tað tey gera, er tað rætta.

Hjá teimum er veruleikin óviðkomandi.

Úrslitið er eisini tíðiligt, har tað samtykta uppskotið vendir í allar ættir - við rundum orðingum til tess at náa endamálinum, har man leggur dent á “ta breiðu semjuna”.

“Tann breiða semjan” er mantraði í løtuni væl stuðla av Kringvarpinum, har sjálv semjan er blivin høvuðsmálið, og har alt annað, so sum innihald og ávirkan á avvarðandi, er skúgvað til viks.

Man skal bara finna semju um okkurt.

Samstundis hevur man hvørki hug ella førleika til at kjakast um hugtøk so sum ognarrættur.

Endaliga úrslitið av samtykta uppskotinum verður rótleyst orsaka av tí vanvirðiligu framferðahátti mótvegis teimum avvarðandi.

Rói Vestergaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo