Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Øll pør eru ósamd av og á. Og tað er í stóran mun tað sama, sum tey flestu skeldast um: Húsligu pliktirnar, kynsliga samveran, ótrúskapur og pengar.

Pør við børnum hava sera nógvar húsligar skyldur, so sum at gera mat, dustsúgva, vaska klæði og so framvegis. Samært Evu Tryti, sálarfrøðingi, sum hevur nógv pør í terapi, so ganga ofta heilir 75 tímar um vikuna bara við húsarbeiði.

- Tað er skilsmissuorsøk nummar eitt, og har er absolut ongin javnstøða, sigur hon við norska miðilin kk.no.

- Men tað hjálpir at tosa um tað, og at gera eina arbeiðsætlan fyri, hvør ger hvat, sigur hon.

Parterapeutarnir leggja dent á, at tað ikki nýtist at vera ringt fyri eitt parlag at skeldast. Faktiskt kann tað vera beint tvørtur ímóti, tá parið upplivir, at tey koma "yvir tað" og gerast vinir aftur.

Tað sum tó hevur týdning er at skeldast konstruktivt, ikki at særa ella koma við universellum páhaldum sum til dømis at "tú gert altíð soleiðis ella tú gert ongantíð soleiðis".

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo