Eygleiddi døggdropan og sá ein skínandi gimstein í vesturskininum. Sjónin var vøkur eftir ein dag við slavtoku. Tað køvandi támið er ein avbjóðing fyri dagsljósið og ljósið innan í okkum. Vit verða ávirkað av veðri, umstøðum og avbjóðingum. Uttan at varnast tað, kann tað gerast myrkt á leiðini.
Vesturskinið sum náttúrufyribrigdi er hugtakandi. Eitt stilt summarkvøld við kvøldarroða verður mangan nýtt sum myndevni um mannalívið, at lívssólin er komin vestur á luftina. Ein sorgblíður færri av hugsan vitjar og andar í nakkan, at nú verður skjótt yvirstaðið.
Døggdropin steðgaði tíðini. Vakurleikin setti síni sjónsku fingramerki í sinni. Tað var lívsjáttandi, at hóast sólin stóð lágt á hválvinum, var løtan unnilig og gevandi. Á sama hátt er tað við okkara kæru. Tey eru ein gimsteinur alla ta tíð, tey eru. Tey eru eitt ljóshav í minninum, tá ið tíðin er runnin.
At takka fyri avbjóðingina ljóðar sum ein mótsøgn, tí vit ynskja viðstreym í lívsins sigling og undanvind á gongubreytini. Hugsanin er ráðandi, at tað skal ganga til vildar so lætt sum møguligt. Eyðvitað ynskir eingin okkara darvandi umstøður, ið eru til ampa og kvøl. Men, eisini avbjóðingin fevnir um dýrabart lív og løtur við innihaldi og góðsku.
Møtti einum pari ein nýggjársmorgun í forkirkjuni. Heilsaðust og bóðu hvør øðrum gott nýggjár. Spurdi hvussu tað gekst. Svarið var óvæntað: “Tað gongur væl. Vit eru takksom, at vit hava fingið avbjóðingarnar við okkum inn í tað nýggja árið.”
Sipað var til børnini, ið høvdu sínar avbjóðingar og ymiskt at dragast við. Tað var ein vøkur útsøgn, ið spratt úr foreldranna kærleika til børnini. Hóast avbjóðingarnar vóru børnini ikki vald frá. Tvørturímóti vóru tey ein kærleikans førningur inn í ókendar tíðir.
Sannur kærleiki er markleysur. Hann trýr øllum, vónar alt og ber alt. Kærleikin gevur orku til nærveru langar dagar við sjúkrasong. Vøkunætur í ekka og ótta at vakja yvir sjúkum og teimum, sum í náttarmyrkri vála uttandura.
Mamman er trúføst móti sínum, og pápin er henni mangan við lið. Kærleikin til børnini er størri enn sínámillum kærleikin millum parið. Børnini í fremstu røð er vegurin frameftir, eisini fyri tann andaliga og kropsliga kærleikan millum hjúnini. Kærleikin skapar hita, og kuldi er frávera av kærleika.
Vit, ið eru andaligir leiðarar, hava gjørt mistøk í tænastuni. Havi í fyrilestrum mangan greitt frá mínum mistøkum. Tað er eingin umbering at siga, at vit ikki vóru nóg umhugsin og hjástødd í løtuni. Einasti vegurin frameftir er at biðja um fyrigeving, og fólk eru vanliga rík í umbæri.
Sum ungur prestur møtti eg grátandi foreldrum í durunum. Tey høvdu djúpa sorg av lívsførsluni hjá børnunum og høvdu við góðum roynt alt, ið roynast kundi. At rópa, harta og skelda loysir valla nakað stórmál.
Høvdu leitað sær hjálp hjá einum gudsmanni, ið gav foreldrunum tey ráð, at tey skuldu avskrivað børnini ongantíð ov skjótt. Ólevnaðurin skuldi ikki ganga út yvir foreldrini.
Tey vóru skelkað og hildu, at hesi ráðini vóru langt úti. Ta var tað seinasta, ið tey ynsktu at gera. Heldur kempa fyri børnunum alt lívið og vóna, at bati var í eygsjón. At tey fingu bønarsvar og Harrans milda andlit vísti seg á leiðum teirra. Heldur fara í grøvina við kærleika í hjartanum enn liva eitt langt lív við einum hjarta av steini.
Jú, útsøgnin var langt úti og ísakøld. Eisini langt uttanfyri bygt øki og langt uttanfyri kend og rímilig mørk er Jesus at finna.
Tað staðfestir skriftin. Kærleiki Guðs í Jesusi Kristi er markleysur. Guð vendir ikki einum menniskja baki, hann rekur ongan burtur, hann bjóðar menniskjum lívd og hvílu. Hann leitar eftir tí burturmista og setur ring á fingurin á teimum, ið viltust burtur í tí fremmanda og komu heimaftur. Tað var langt úti ella langt burtur, at faðirin loksins sá sonin koma heimaftur.
Frástøðan ímillum menniskju er ikki frástøða Guðs. Frástøða menniskjans er mangan hjávera Guðs.
Á ein hátt er tað langt úti, at undirritaði dittar sær at prædika Guðs orð og vísa øðrum vegin til lív og sælu. Ævisøgan ber myrkar blettir. Nógv er sagt, ið betur var ósagt. Mangt er gjørt, ið ikki bar signing við sær. Annað varð ongantíð gjørt, men átti at verðið ført út í lívið.
Tíbetur er náðigi kærleiki Guðs so mikið langt úti, har hvørki manna hugsan ella vitið grynnur. Vit kunnu vera langt burtur og farin av leið, men Guð er hjástaddur í støðuni. Hann leitar og finnur okkum loksins.
Náði frelsarans staðfestir, at vit eru Guðs børn og arvingar til himmiríkið. Amen.
Orðið: “Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann.” (Lukas 15,20).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo