Myndin var løgd alment út á ein facebook vanga hjá eini sjúkrasystir á G4 undir hashtagginum #verheima.
Hettar kemur í kjalavørrinum av korona tilbúgvingini, sum ein innilig áheitan til Føroya fólk, um at halda seg heima, so vit kunnu halda flatu kurvuna og trýstið á sjúkrahúsverkið ikki verður ov stórt.
Hettar var helst ikki tað, sjúkrarøktarfrøðingar høvdu væntað sær, tá 2020 varð lýst sum ár sjúkrarøktafrøðinga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo