Summar Festivalurin kunnger í dag, at bólkarnir T.O.S. og Jasmin spæla á festivalinum í august.
T.O.S. hevur verið eitt frískt lot í føroyskum gospeltónleiki. Kreativt stílbland, góð løg, sigandi tekstir og frálíkar framførslur hava gjørt T.O.S. til ein góða live-uppliving. Bólkurin viðger álvarsom evni við einum brosi og lívligum tónum. Bólkurin spælir væl og kemur veruliga út millum fólki við sínum tónleiki.
Jasmin er ein av spennandi ungu bólkunum í føroyskum tónleiki. Bólkurin vann Sement tónleikakappingina í fjør. Jasmin spælir soulkendan elektróniskan popp, og unga songkvinnan Jasmin Mote er í front – hon er frálík songkvinna við einum serstakum og sterkum úttrykki.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo