Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Virgar T Dalsgaard skrivar: Tá ið menn citera yrkingar hjá Tummasi Napoleoni Djurhuss, verður tann sarkastiska, men geniala ríman móti Pól F ofta lopin um.

Tummas hevði fylt 93 ár tann 11. mei, og tí fari eg eftir áheitan at citera eina ikki so væl kenda yrking, sum hann gjørdi í Kjøpinhavn, meðan hann var á týsktskeiði á Danmarkar læraraháskúla 1961/62.

Tummas koketeraði ofta við sínum millumnavni NAPOLEON, og hóast hann var demokratur út í æsir, var hann øgiliga hugtikin av sínum navna.

Lagnan hjá  Napoleoni Bonaparte beinleiðis fascineraði hann, og hann tosaði ofta eldhugaður um keisaran. 

Hann kendi ta spennandi søguna um keisaran líka so væl, sum bert hendinga fáir bonapartistar gera.

Hann skipaði eisini fyri væleydnaðum dokumentariskum drama-sendingum í útvarpinum um Napoleon Bonaparte.

Tað er í hesum anda, at man skal lesa niðanfyri-standandi yrkingina um Pól F.

Symbolikkin og metaforurnar eru týðiligar fyri tey, sum kenna søguna um Napoleon.

Tann, sum ikki kennir karrieru-kurvuna hjá keisaranum, fær kanska ikki so nógv burtur úr teimum elegantu allusiónunum, men sum franskmenn siga:

”L´appetit vient en mangeant” – matarlysturin kemur MEDAN man etur! 

Orsøkin til tað sarkastiska álopið á skyldmannin var, at Pól F. í sera grovum og racistiskum greinum í Dagblaðnum við maniskum eldhuga vardi tað ódámliga apartheid-stýrið hjá Verwoerd í Suðurafrika, og Pól F. tók háðandi til, at teir hvítu máttu ikki lata ”halanegarar” sleppa at stýra einum "civiliseraðum" landi.

Henda primitiva racisman úr Sumba fekk Tummas til at reagera hvassliga.

Hann las yrkingina fyri okkum studentum á Kannibalinum várið 1962 – stutt eftir kom hon í blaðið Framan.

TND var nevniliga framamaður eitt heilt STUTT skifti.

Tað skal sigast til hansara rós, at hann ikki treivst har rættiliga leingi.

Tey fyrstu árini við skilamanninum André Niclasen sum blaðstjóra var Framin eisini eitt heilt annað blað, enn blaðið gjørdist seinni.

Føroya fremsti "Frama"-fjandi
-  áður skald á Føroyalandi -
STÓR-Pól F. - oh, skald, sum VAR -
EX-Pól F. - eg kvøði tær.

Hví  skrivar tú so skaft - mín vinur,
tú veitst tað væl - nú flenna hinir:
Missión og afturhaldið hart:
Ha! -  Nú kom Pól F. í okkara part.

Tá ið hann eldist - fyrr eingil mestur-
og andin sveik - fór hann í kleystur!
Tað sama skuldi tú nú gjørt!
(Yrkt okkurt minnisorð viðhvørt.)

Tú alt ov leingi hevur venað
- sum navni seg á St. Helena -
teg um tað tíðarbil so bjart,
tá skaldakeisari tú vart.

Men langt er síðan orð tín´ hvinu´
við Austerlitz og Borodino!
Við Leipzig fór títt síðsta flog!
Góð kvart øld síðan Waterloo!!

Nú mást tú sita har og vena
og keða teg á St. Helena!
Tí Ex- Pól F., gev hesum ans...
Frá tíni oyggj er langt til lands.

Eg vil nú ráða tær - mín frændi -
gevst við at skipa meginlandið!
Fá skil á tíni lítlu oyggj
- bert látur vekja loppugoyggj!

Gevst! - Skriva tíni sigursminni,
sum Napoleon á sinni.
Vit lyfta arvin eftir teg!
Og, HVÍ!? -  Jú, tÍ, -  tú ert PASSÉ!

T. Napoleon  D.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo