Vælafturkomin Per!
Soleiðis, ella góðan túr, eigur at ljóða á havnalagnum.
Mítt endamál var ongantíð at troka meg framat.
Endamálið var at bróta tøgnina, og at varpa ljós á felagið.
Tað hoyrist lítið og onki til felagið, sjálvt um vit eru í vanda á øllum frontum.
Uppmøting til ársaðalfundir er ikki góð. Til seinasta ársaðalfund taldi nevndin, við umsiting, fleiri enn møttir limir
Tað er trupult at reka valstríð, tá bara mótparturin veit, hvør veljarin er. Tað var lættari tá formannsvalið var.
Veljarin hevur talað. Hjartaliga til lukku Per.
Takk til tykkum, ið valdu meg, og hjartaliga til lukku til tykkum, ið fingu tykkara mann innaftur.
Blíðar heilsanir
Jonhard Danielsen
Niðari Vegur 13
660 Søldarfjørður
Tlf 212099
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo