Fríggjakvøldið 13. mai (dýrabiðidag) kl. 19.00 skipar Vestmanna Kirkjukór fyri stórfingnari sangløtu, har Harmonikuvinir úr Havn luttaka.
Harmonikuvinir er eitt stórt harmonikulið, og fleiri enn 20 harmonikur fara at runga í kirkjuni dýrabiðidag.
Vónandi eru fleiri, sum hava hug at syngja við og at njóta spælið hetta kvøldið.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Vestmanna Kirkjukór í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo