Meinigheitshúsið: Komandi sunnudag, 17. desember skipar Meingheitshúsið í Havn fyri einum sangkvøldið, har góðir siðbundnir jólasálmar verða sungnir.
Meinigheitskórið og Manskórið í Meinigheitshúsinum luttaka eisini. Hetta er eitt afturvendandi tiltak í húsinum og er samtiðis seinasta tiltak í árinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sangkvøldið byrjar kl. 17.30. Barnaansing er undir møtinum og drekka er eftir møti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo