Lívdin: Leygarkvøldið 26 januar kl 21:00 skipar Lívdin fyri einum syngið við kvøldi, sum hevur fingið heiti ”Vakurt Tónalag”. Hetta verður í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.
Magni Christiansen við bólki kemur at spæla undir og leiða sangin. Sangirnir eru allir vælkendir føroyskir sangir har vit øll kunnu syngja við.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo