Uppskotið hjá meirilutanum í Tórshavnar býráði varð lagt fram á eyka fíggjarnevndarfundi í dag.
Fíggjarætlanin er svørt og tekur als ikki nøktandi sosial atlit í annars truplum tíðum. Tjóðveldi í býráðnum hevur tí lagt broytingaruppskot fram um at betra munandi um hesi viðurskifti, sí viðhefti.
Meirilutin ætlar hvørki at lækka skattin ella at hækka barnafrádráttin í 2023.
Setir bert 8 mió. kr. av til orkuskiftið, hóast í minsta lagi 18 mió. kr. skulu setast av fyri at røkka útlátsmálunum, sum kommunan hevur sett sær.
160 børn eru á bíðilista til vøggustovu- og barnagarðspláss, men meirilutin ger einki við tað. Eingir pengar eru settir av fyri at útvega dagstovnapláss í 2023.
Haraftrat eru pengar ikki settir av til uppnormering á dagstovnaøkinum fyri 2023. Hetta gongur beint ímóti avtaluni, sum bleiv samtykt av býráðnum í 2020 um uppnormering.
Vit skjóta eisini upp, at 2 mió. kr. verða settar av til at reisa standmynd av Andreu Árting.
Fíggjarætlanin skal samtykkjast hóskvøldið 24. november.
Elsa Berg
vegna Tjóðveldi í Tórshavnar býráði
Tjóðveldi hevur hesi broytingaruppskot til fíggjarætlan fyri 2023, ið skal samtykkjast á býráðsfundi hóskvøldið 24. november:
FLEIRI DAGSTOVNAPLÁSS OG HÆGRI NORMERING:
Foreldur sleppa ikki til arbeiðis tí, at umleið 160 børn eru á bíðilista til vøggustovu- ella barnagarðspláss. Hetta er ein kjarnutænasta, ið meirilutin onki ger fyri at loysa. Tí er neyðugt at útvega fleiri dagstovnapláss alt fyri eitt.
Tí skjóta vit upp at byrja arbeiðið við at fyrireika at byggja ein nýggjan dagstovn til uml. 100 børn. Í 2023 skal avgerð takast um staðseting og fara undir projektering. Til hetta skulu avsetast 2 mió. kr.
Farið eigur alt fyri eitt undir at byggja uppí verandi stovnar, har tað ber til, so nýggj pláss kunnu útvegast skjótt. 15 mió. kr. verða settar av til hetta.
Eftir fakligum tilmæli samtykti eitt samt býráð í november í 2020 at hækka normeringina á dagstovnaøkinum við 36 mió. komandi árini, - ella við uml 8 mió. árliga komandi 4-5 árini. 13 mió. kr. eru settar av til hægri normering síðan samtyktina, og 8 mió. kr. eiga at verða settar av í 2023.
HÆKKA BARNAFRÁDRÁTTIN Frá 8000 kr. til 10.000 kr. pr. ár fyri hvørt barn
2 MIÓ. KR. TIL AT REISA STANDMYND AV ANDREU ÁRTING
18 MIÓ. KR. TIL AT SETA FERÐ Á ARBEIÐIÐ VIÐ ÁTØKUNUM Í ORKUPOLITIKKINUM
Tjóðveldi í Tórshavnar býráði
Gunvør Balle, Jákup Dam, Annika Olsen og Elsa Berg
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo