Dagurin í dag hevur verið umrøddur sum dagurin, har Svøríki langt um leingi kann sleppa uppí part í Nato verjufelagsskapinum.
Enn eru endaligu skjølini tó ikki undirskrivað og latin inn á rætta stað, skrivar ritzau, sum eisini nevnir, at umframt ungarska forsætisráðharran, Viktor Orbán og uttanríkisráðharrin, Peter Szijjarto, eru komnir til Washington DC, har papprírini skulu latast inn. Har eru eisini svensku starvsbrøðurnir staddir.
Ungarn er seinasta limalandið sum hevur góðtikið svenska Nato limaskapin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo