Føroyska burðartalið er síðan 2018 fallið úr 2,5 niður í 1,9 børn pr kvinnu.
So klára vit ikki at halda fólkatalinum uppi, tí til tess krevjast 2,1 barn pr kvinnu.
Tað er stokkutur fløvi, at Ísland, Danmark og Noreg liggja millum 1,6 og 1,4.
Hetta er ein eksistentiell hóttan móti Føroya framtíð sum mentað tjóð.
Vit mugu flyta fólk inn til at tryggja lívsneyðug arbeiði og rættan aldursjavna.
Bakkøst tvinga oyggjafólk at flyta
Vit hava tvístreingjað vinnulív, ið kann sveiggja langt og reka nógv fólk út.
1000 ungir føroyskir menn eru til avlops og hava trupult við at stovna familjur.
Ungar kvinnur verða tøldar at stórbýar ljósum, stuttleika, lesnað og arbeiði.
Ymsar orsøkir kunnu gera, at karrierukvinnur hava minni hug at fáa fleiri børn.
Dýr hús, einstáttað bústaðarval og hart skattatrýst forða eisini fyri búseting.
Hevur Covid-vaksinan minkað gess og sáðgóðsku føroyinga, spyrja fleiri.
Coronu-øðin var jú størsti glantrileikur í søguni næst eftir klima-Gretu.
Annars royna vit, tí land og kommunur játta børnum yvir 1 mia kr árliga.
Barnafrádráttur og -ansing, barnsburðarløn, Alma o.t gagna barnafamiljum.
Men um vit ikki tíma at fáa børn, hvussu tryggja vit búskapin ímóti at minka?
Kanska hevur pizzaát heldur enn garnatálg økt BMI-ið og lækkað potensin.
Onkur mælti til at gera sum Búnaðarstovan: Stuðla kunstigari ísáðing til fólk.
Kanska pøsir øll ítróttin tey ungu í meira lagi heldur enn at stimbra girndina.
Ovmikið til av immigrantum
Enn eru bert 2000 útlendingar til arbeiðis í Føroyum. Men talið veksur skjótt.
Við fallandi barnatali verða vit sum danir og sviar minniluti í egnum landi.
Vesturlendsk kapitalisma virkar so væl, at okkum tørvar útlendsk arbeiðsfólk.
Men tað tænir ikki ídnaðarlondum at taka inn óskikkaðar tilflytarar.
Tað er váðaverk at taka móti fólki frá londum, ið tey sjálvi flýggja úr.
Tey hava ikki klárað at menna síni heimlond. Hví so klára at menna Føroyar?
Svøríki er illa spert, tí 24% av ‘svium’ hava útlendskan uppruna. Fólk valdast.
Tú hoyrir lítið til filipinar, indarar, pól- og thailendingar, ið arbeiða í sveittabroti.
Tilflytarar úr Vestanlondum og Asia og virða mál og mentan hjá vertslondunum.
Men 800.000 muslimar búgva í Svøríki, harav 32.000 eru skipaðir brotsmenn.
Tað eru 10-falt fleiri lutfalsliga enn skipaðir muslimskir brotsmenn í Danmark
Svenska stjórnin hevur biðið hermegina um hjálp, tí løgreglan klárar tað ikki.
Muslimar flestu dómar fyri brotsverk
Hugvekjandi er at lesa ta donsku ‘Den Korte Avis’ og kanna meir á Google.
Svøríki er vorðið fremsta brotsland í Evropa, og Malmø er ringasti drápsbýur.
Flestu brotsmenn eru úr Sýria, Etiopia, Somalia, Turkalandi, Libanon og Irak.
Onnur lond eru Afghanistan, Pakistan, Iran, Morokko, ‘Menapt’-londini nevnd.
Almenn hagtøl siga, at islamar eru við til 58% av øllum brotsverkum í Svøríki.
Tá um ræður neyðtøku-, dráps- og nakromál eiga islamar 73% av øllum.
Nú hevur borgarliga svenska stjórnin endiliga steðga ‘friðskjóls’-svindlinum.
Men 100.000 muslimar koma enn árliga til Svøríkis við ‘familjusamanføring.’
Etniskir sviar klára als ikki at halda uppi, enn minni økja sítt egna fólkatal.
Danmark heldur frægari fyri
Danmark er ikki enn so illa skølsett av muslimum sum Svøríki.
Í Danmark við 6 mio íbúgvum telja muslimar enn ‘bert’ 300.000.
Tað merkir, at teir eru sløk helvtin av øllum 700.000 útlendingum í Danmark.
Men danskir miðlar søgdu nýliga frá eini sosialari gølu í Odense.
Í muslimska Vollsmose snýttu 9 ‘familjur’ skattgjaldaran fyri 236 mió kr í 12 ár.
Hvat ger eitt býráð, tá ein islamskur brotsringur svikar fyri 1/4 miljard kr?
Tann ikki-vesturlendski parturin av ‘dønum’ er øktur við 200.000 síðan 2014.
Somu tíð er tann innføddi danski parturin av dønum bert fjølgaður 17.000 fólk.
Tað stendst av, at fleiri etniskir danir eru deyðir enn føddir frá 2014 til 2024.
‘Danski’ parturin av dønum er fallin úr 89% niður í 84%. Tað er undirgangur.
Muslimar telja 5% av øllum dønum, men standa fyri 16% av brotsverkunum.
Umroknað er nú 6. hvør dømdi kriminelli útlendingur í Danmark úr Miðeystri.
Las, at tann ‘passivi’ parturin av donskum tilflytarum kosta netto 90 mia kr.
Føroyar eru í Ríkinum, so opið fólkarensl hevði kostað 900 mió kr árliga!
Hvat vilja muslimar í Vestanlondum
Orsøkir eru til, at øll lond ræðast palestinarar sum pest, lús og skrubb.
Fyrst og fremst, tí at muslimar hata hvønn annan verri enn jødar og kristin.
Arabiskir leiðarar vita, at ‘palestinar’ oyðiløgdu Libanon, Jordan og Sýria.
Yassir Arafat og hansara PLO yvirtóku Libanon, Jordan og Tunesia.
Jordan og Tunesia ‘skutu’ teir útaftur. Men Libanon fekk 15 ára borgarakríggj.
70% av libanesum vóru kristin fyri øld síðan, men nú eru bert 20% kristin eftir.
Milliónir palestinar eru flutt til Vestanlond at búgva og ‘lesa’ farnu 50 árini.
Teir hava rottað seg saman við sosialistum á universitetum og í ghettoum.
Hesir sosialistar og muslimar hava herjað okkara stórbýir og jagstra nú jødar.
Teir hava prógvað, at antisemitisman er ein vinstrahall og muslimsk heilasótt.
Islamar hata Ísrael og eru útvald av Allah til eisini at kúga ella týna kristin.
Tí er tað ein politisk skylda, at krabbassóttin Islam ikki etur seg inn á Føroyar.
Óli Breckman
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo