Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

- "Tinder" er ein "finn-ein-maka" app, har tú kanst leggja nakrar myndir av tær sjálvum upp, skriva ein lítlan tekst um teg sjálvan, og so annars bara hopa uppá, at onkur annar Tinder brúkari dámar teg!

- Um man sær ein man dámar, skal man sveipa til høgru- dámar man ikki viðkomandi, sveipar man til vinstru!

- Sangurin "Sveipa til vinstru" handlar um eina gentu, sum roynir at leggja eini boð á telefonsvararan hjá dronginum hon elskar.

- Hann er av tí slagnum, sum helst vil lata vindeyga vera opið, sjálvt um hurðin fer aftur!. Hansara status á Facebook er "Single" og hansara Tinder profilur er enn aktivur- hóast øll rundanum hann vita, at hann hevur eina "damu".

- Øll kenna vit nokk onkran sovorðnan :)

- Eitt stuttligt, fittligt og eisini eitt sindur syrgiligt lag, um eina gentu, sum hevur mist seg sjálva, sigur Herborg Torkilsdóttir.

Orð og lag: Herborg Torkilsdóttir
Framleitt: Daniel Kehlenbeck
Upptikið og miksað røddir: Kristoffer Mørkøre
Kór: Savannah við Sandá Jensen (dóttur mín)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo