Skála ÍF: Til aðalfundin hjá Skála Ítróttarfelag í 2023 bleiv Sveinur valdur inn í starvsnevndina hjá felagnum og bleiv hann afturvaldur til nevndarvalið fyri 2024. Í samband við at Sveinur traðkar til, sum høvuðsvenjari hjá kvinnum kemur hann at taka farloyvi frá nevndararbeiðinum.
- Vit gleðast um at Sveinur tekur við, sum høvuðsvenjari hjá kvinnunum í Betri deildini og síggja fram til eitt spennandi kappingarár saman við leikarunum. Samstundis er tað við sorgblídni at hann nú tekur farloyvi frá nevndararbeiðinum og takkar nevndin honum stórliga fyri hansara íkast, sigur Jógvan Andersen, næstformaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo