Innsent: Svein hevur verið virkin í tónleikalívinum heilt frá ungdómsárum. Bleiv síðani bundin av rúsdrekka og gavst hann at framføra tónleik alment av hesi orsøk, nøkur ár.
Á sumri 2001 leitaði Svein sær hjálp á Heilrigdinum.
Á sumri 2002 bleiv hann andaliga vaktur og byrjaði at syngja gospel sangir.
Í 2015 fór Svein við vinum í upptøkuhøli í USA, og kom fyrsta fløga hansara á føroyska marknaðin og bleiv fagnað av mongum.
Tónleikurin, sangurin um lívið hjá Svein fekk inngongd hjá mongum.
Hetta stimbraði undir, at aftur í 2016 kom seinna fløga hansara við heitinum Minst til Hann elskar teg.
Hesar fløgur og ferðirnar kring oyggjarnar og uttanlands hava verið dýrgripir í hjørtum mangra.
Komandi vikuskifti fer Svein í Prestgarði við bólki at framføra
Í SALT í Trongisvági , fríggjakvøld kl 21
í Reinsarínum í Tórshavn leygarkvøld kl 21
Í Betesda í Klaksvík sunnukvøld kl 18
Ókeypis atgongd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo