Hagstovan: Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti hækkar við 31% frá í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vórðu gjørdar sunnanfyri í føroyskum, bretskum og írskum sjógvi síðst í mars mánað 2024.
Nógvur svartkjaftur var at síggja á leiðini fram við skotsku og írsku hellingini. Talan var serliga um 2020- og 2021-árgangirnar, har 2021-árgangurin er methøgur sum 3-ára gamal fiskur.
Hækkingin í gýtingarstovninum stavar í høvuðsheitum frá teimum báðu góðu árgangunum, ið nú eru eitt ár eldri, og harvið tyngri.
Úrslitini frá kanningini verða nýtt í stovnsmetingunum av svartkjafti, sum verða gjørdar á altjóða havgranskingarstovninum ICES seinni í heyst.
Les endaligu frágreiðingina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo