Skilji millum reglurnar at eg havi traðkað á eitt ”líktorn”. Løgi, at koma til tað niðurstøðu, at eg eri misnøgdur við fyrispurningin tú hevur sett løgtinginum um vegin yvur bygdina Skálafjørð. Tað er bara gott at tú hevur funnið málið fram aftur, onki betri enn tað.
Tað sum eg eri misnøgdur við er, at onki er gjørt fyri at fáa hesa vegagerð á banan, ella hevur ávirka, at hon er gjørd.
Síggi inni á Landsverk, at mælt verður til at fara ígongd við vegin í 2024 – 2025 og tekur tað 2 ár at gjøgnumføra verkætlanina. So Helgi, legg teg í seðlarnar.
Annars takk fyri reaktiónina. Gott at røra í grýtuni av og á so ikki børkur kemur á ella tað brennist.
Heilsan
Almfinn
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo