Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Brandur prikar til borgarstjórarnar í Sandoynni.

Hann heldur, at vit einki gera við trupulleikan um Skopunarfjørð, sum er aktuellur í dag. 

Hetta vil eg afturvísa uppá tað harðasta.

Eg havi tosað við Teit Samuelsen um at fáa fólk ígjøgnum tunnilin, tá ið tað av ymsum ávum ikki er siglandi um fjørðin.

Teitur vísti mær til ein persón, sum varaði av hesum. Eg fekk eitt gott prát við viðkomandi, men eg fekk ikki mín vilja.

Men at Strandferðslan letur Hassfjord liggja svínabundnan í Skopun, er skammiligt. Enntá ein dag sum í dag, har Teistin ikki fær siglt.

Óansæð hvussu Teistin liggur bundin við ferjuleguna, so kann ein sleipibátur sjálvandi flyta hann, so at Hassfjord kann koma at.

Hitt, sum Brandur sigur um, at vit ongan løgtingsmann eiga í oynni, tað fari eg ikki at umrøða við umheimin - tann skyldin liggur í Sandoynni og onga aðrastaðni. So vítt eg veit, so er eingin heilivágur móti øvundsjúku.

Soleiðis er tað, Brandur!

Vinaliga
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo