Góði X- spurningar tínir snúgva seg um raðfesting, ella rættari sagt skeiva raðfesting. Evnini tú nevnir, skúlar, frítíðarvirksemi (dart) og brandstøðin eiga at raðfestast høgt, og tað kunnu tey eisini uttan trupulleikar, í einari kommunu, har peningur ikki trýtir.
Vit í Miðflokkinum ivast onga løtu í, at talan er um stórarbeiðið at gjøgnumganga, hvussu peningur borgarans hevur verið brúktur!
Tað benda harmaljóð tíni eisini á.
Nýggj eygu á Vaglið!!!!
Tí, sum fremstu slagorð okkara til valið eru orðað:
- Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál!
- Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk mugu raðfestast og tryggjast, so ongin dettur niðurímillum.
- Hjartað má setast fremst í samskiftinum við borgaran, kommunan er fyri ØLL og má rúma ØLLUM!
- Ein hotline verður upprættað, sum tryggjar, at borgarin her og nú fær fatur á kommununi og verður hoyrdur- og vegleiddur í ivamálum.
Miðfloksisn vegna,
Jenis av Rana, floksformaður og valevni til Býráðið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo