Summar Festivalurin: Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum 2023 er fyri framman.
Dagurin bjóðar tólv konsertir á trimum pallum umframt undirhald og framførslur í Silvalandi.
Stóra navnið í kvøld er amerikanska rockikonið Suzi Quatro, sum fer at hava fyrstu konsert sína í Føroyum. Hon spælir á Vágsbø kl 23. Marius Ziska, Reiley og Jonah Blacksmith spæla eisini á stóra palli í kvøld.
Á hinum pallunum ber til at uppliva eitt nú RSP, Guðrið Hansdóttir, Magna Christiansen, Steintór & Eyðun og Kristel Lisberg.
Fyrsta konsertin í dag verður við Tórfríð Tavsen á Torginum kl. 17. RSP endar festivalin við framførslu í Tjaldinum kl. 03 í nátt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo