Sunset Boulevard hevði yvir 24 mió kr í vinningi í fjør.
Tað er tað mesta síðani felagið handan matstovurnar byrjaði í Odense í 1996.
Í dag eru tilsaman 47 matstovur í ketuni, ein teirra er í Føroyum og tvær í Grønlandi. Og í ár er ætlanin at lata upp fýra Sunset Boulevard matstovur í Noregi, verður upplýst í frágreiðingini.
Leiðsla er væl nøgd við úrslitið, og sigur seg vænta eitt enn betri úrslit í ár, tí sølan higartil er vaksin við meira enn 30%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo