Starvsfelagið: Tá freistin var farin á midnátt 15. januar, var bert ein fráboðan komin um uppstilling til forfólkavalið hjá Starvsfelagnum. Hendan er frá verandi formanni, Súna Selfoss, ið bjóðar seg fram til enn eina 4 ára setu.
Súni hevur verið formaður síðan 2016. Hetta er tískil triðja og seinasta setan, ið hann sambært viðtøkum felagsins kann sita.
Forfólkið skal endaliga staðfestast við vanligum meiriluta á aðalfundinum, sum verður 9. mars 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo