Forsætisráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak, vil banna ungum ættarliðum at keypa sigarettir, í eini roynd at fáa bilbugt við roykingini.
– Eg skjóti upp at vit hækka roykialdurin við einum ári hvørt ár. Hetta fer at gera at tey sum eru 14 ár í dag ongantíð fara at kunna keypa eina sigarett lóvliga, segði Sunak á landsfundinum hjá teimum konservativu í dag, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo