Summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandagerði. Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, fer at halda røðu.
Eisini verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft.
Sambært veðurforsøgnunum verður veðrið gott, og tá plagar fitt av fólki at savnast til hetta hásummartiltak í Sandagerði.
Sanghefti til snildfon
Sanghefti verða at fáa úti í Sandagerði, men tú kanst eisini taka sangheftið niður á snildfonina her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo