Summarsólstøður verður í kvøld klokkan 21 í Sandagerði.
Súna Mørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, fer at halda røðu. Eisini verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft.
Sambært veðurforsøgnunum verður veðrið gott, og tá plaga nógv fólk at savnast til hetta hásummartiltak í Sandagerði. Vit heita tí á fólk um at minnast til fylgja tilmælunum um handreinføri og frástøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo