Mikukvøldið 21. juni klokkan 21 verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.
Byrjað verður við, at Ólavur á Váli spælir nøkur løg, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir bjóða bollar og kaka. Randi Kúrberg heldur røðuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo