Í kvøld klokkan 21 verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.
Byrjað verður við at Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen spæla nøkur løg, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir selja bollar og kaka. Randi Kúrberg heldur røðuna.
Sangheftið sært tú her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo