Í kvøld mikukvøldið 21. juni kl. 21.00 skipar Tórshavnar kommuna fyri árliga tiltakinum Summarsólstøður í Sandagerði.
Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu.
Sum vant kynda skótar eitt bál. Síðani verður skipað fyri felagssangi og at enda føroyskum dansi.
Til ber at keypa bollar og kakao.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo